settings icon
share icon
Spurningur

Hvat merkir tað at taka ímóti Jesusi sum tín persónliga Frelsara?

Svar


Hevur tú tikið ímóti Jesusi sum tín persónliga Frelsara? Fyri rættiliga at skilja henda spurning mást tú fyrst skilja orðini ''Jesus Kristus,'' ''persónligur'' og ''Frelsari.''

Hvør er Jesus Kristus? Nógv viðurkenna Jesus Kristus sum ein góðan mann, ein stóran lærara ella enntá sum ein av profetum Guds. Alt hetta er heilt vist satt um Jesus, men tað lýsir ikki nágreiniliga, hvør Hann veruliga er. Bíblian sigur okkum, at Jesus er Gud í holdi, Gud sum menniskja (sí Jóh. 1:1, 14). Gud kom til jarðar at læra okkum, lekja okkum, rætta okkum, fyrigeva okkum – og doyggja fyri okkum! Jesus Kristus er Gud, Skaparin, hægsti Harrin. Hevur tú tikið ímóti hesum Jesusi?

Hvat er ein Frelsari, og hví tørvar okkum ein Frelsara? Bíblian sigur okkum, at vit hava øll syndað; vit hava øll gjørt óndar gerðir (Róm. 3:10-18). Sum ein avleiðing av synd okkara hava vit Guds vreiði og dóm uppibornan. Einasta rættvísa revsingin fyri at synda móti einum óendaligum og ævigum Gud, er óendalig revsing (Róm. 6:23; Op. 20:11-15). Tí tørvar okkum ein frelsara!

Jesus Kristus kom til jarðar og doyði í okkara stað. Deyði Jesusar var eitt óendaligt gjald fyri syndir okkara (2 Kor. 5:21). Jesus doyði fyri at rinda syndabót okkara (Róm. 5:8). Jesus rindaði skuldina, so at vit ikki skuldu gera tað. Uppreisn Jesusar frá deyða prógvaði, at deyði Hansara var nøktandi fyri at gjalda prísin fyri syndir okkara. Tí er Jesus einasti Frelsarin (Jóh. 14:16; Áp. 4:12)! Hevur tú álit á Jesus sum tín Frelsara?

Er Jesus tín ''persónligi'' Frelsari? Mong halda, at tað at vera kristin merkir at fara í kirkju, at taka lut í kirkjusiði og/ella ikki at taka lut í avísum syndum. Tað er ikki kristindómur. Sannur kristindómur er eitt persónligt samband við Jesus Kristus. At taka ímóti Jesusi sum tín persónliga Frelsara er at leggja persónligu trúgv og álit títt á Hann. Eingin verður frelstur av trúnni hjá øðrum. Eingin fær fyrigeving av ávísum gerðum. Einasti mátin at verða frelstur er persónliga at taka ímóti Jesusi sum tín Frelsara og at lýta á, at deyði Hansara rindaði syndir tínar, og at uppreisn Hansara er vissa um ævigt lív (Jóh. 3:16). Er Jesus tín persónligi Frelsari?

Um tú vilt tú taka ímóti Jesusi sum tín persónliga Frelsara, sig so hesi orð við Gud. Minst til, at biðja hesa ella nakra aðra bøn fer ikki at frelsa teg. Bert trúgv á Jesus Kristus og fullgjørda verk Hansara á krossinum fyri teg kann bjarga tær frá syndini. Henda bøn er bert ein máti at siga Gudi frá trúgv tíni á Hann og at takka Honum fyri at hava givið tær tína frelsu. ''Gud, eg veit, at havi syndað móti Tær og havi revsing uppibornað. Men eg trúgvi, at Jesus Kristus tók ta revsing, sum eg havi uppibornað, so at eg gjøgnum trúgv á Hann kundi fáa fyrigeving. Eg taki ímóti tínum tilboði um fyrigeving og leggi álit mítt á Teg fyri frelsu. Eg taki ímóti Jesusi sum mín persónliga Frelsara! Takk fyri undurfullu náði og fyrigeving Tína – gávuna ævigt lív! Amen!''

Hevur tú tikið eina avgerð fyri Kristus av tí, tú hevur lisið her? Um so er, trýst á ''Eg havi tikið ímóti Kristusi í dag'' – knøttin niðanfyri.

English



Far aftur til føroysku heimasíðuna

Hvat merkir tað at taka ímóti Jesusi sum tín persónliga Frelsara?
© Copyright Got Questions Ministries