settings icon
share icon
Spurningur

Hevur tú ævigt lív?

Svar


Bíblian vísir okkum okkum ein greiðan veg til ævigt lív. Fyrst mugu vit viðurkenna, at vit hava syndað móti Gudi: ''Øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds'' (Róm. 3:23). Vit hava øll gjørt eitthvørt, sum ikki hóvar Gudi, og tað ber í sær, at vit hava revsing uppibornað. Av tí at syndir okkara samanumtikið eru ímóti einum ævigum Gudi, kann bert ævig revsing vera nøktandi. ''Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív við Kristi Jesusi, Harra okkara'' (Róm. 6:23).

Men Jesus Kristus, syndaleysi (1. Pæt. 2:22), ævigi sonur Guds, gjørdist menniskja (Jóh. 1:1, 14) og doyði fyri okkara skuld. ''Men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar'' (Róm. 5:8). Jesus Kristus doyði á krossinum (Jóh. 19:31-42), og tók við sær revsingina, sum vit hava uppibornað (2. Kor. 5:21). Tríggjar dagar eftir reis Hann upp frá deyðum (1. Kor. 15:1-4) og prógvaði sigur sín yvir synd og deyða. ''Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Kristi, sum eftir stóru miskunn Síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá deyðum (1. Pæt. 1:3).

Við trúgv mugu vit broyta hugsunarhátt okkara viðvíkjandi Kristusi – hvør Hann er, hvat Hann gjørdi og hví – fyri at verða frelst (Áp. 3:19). Trúgva vit á Hann og hava álit á deyða Hansara á krossinum fyri syndir okkara, fáa vit fyrigeving og verða lovað ævigt lív í himmiríki. ''Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann skal ikki fortapast, men hava ævigt lív'' (Jóh. 3:16). ''Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú vera frelstur'' (Róm. 10:9). Trúgv á fullgjørda verk Kristusar á krossinum er einasti vegurin til ævigt lív! ''Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær'' (Ef. 2:8-9).

Vilt tú taka ímóti Jesusi Kristi sum tín frelsara, hava vit her eina bøn sum dømi. Minst til, at tú verður ikki frelstur við at siga hesa bøn ella nakra aðra bøn. Bert við at trúgva á Kristus kanst tú verða bjargaður frá syndum tínum. Henda bøn er bert ein máti at vísa tína trúgv á Gud og at takka Honum fyri, at Hann gav tær tína frelsu. ''Gud, eg veit at eg havi syndað móti Tær og havi revsing uppibornað. Men Jesus Kristus tók ta revsing, sum eg havi uppibornað, so at eg, við at trúgva á Hann, kundi fáa fyrigeving. Eg leggi mítt álit á Teg fyri frelsu. Takk fyri Tína undurfullu náði og fyrigeving – gávuna, sum eitur ævigt lív! Amen!''

Hevur tú tikið eina avgerð fyri Kristus av tí, tú hevur lisið her? Um so er, trýst á ''Eg havi tikið ímóti Kristusi í dag'' – knøttin niðanfyri.

English



Far aftur til føroysku heimasíðuna

Hevur tú ævigt lív?
© Copyright Got Questions Ministries