Spurningur
Er Jesus Gud? Segði Jesus Seg nakrantíð vera Gud?
Svar
Tað stendur ongastaðni í Bíbliuni, at Jesus segði ''Eg eri Gud.'' Hetta merkir tó ikki, at Hann ikki kunngjørdi, at Hann var Gud. Eitt dømið er orð Jesusar í Jóhannes 10:30 ''Eg og Faðirin, Vit eru eitt.'' Okkum nýtist bert hyggja eftir, hvussu jødarnir svaraðu Honum aftur, fyri at vita, at Hann segði Seg vera Gud. Teir royndu at steina Hann júst av hesi grund. ''...Tú, sum ert menniskja, gert Teg sjávlan til Gud!'' (Jóh. 10:33). Jødarnir skiltu neyvt, hvat Jesus segði seg vera – guddómur. Leggið til merkis, at Jesus noktar ikki, at Hann sigur Seg vera Gud. Tá ið Jesus kunngjørdi, at ''Eg og Faðirin, Vit eru eitt'' (Jóh. 10:30), segði Hann, at Hann og Faðirin vóru av sama skapi og kjarna. Eitt dømi afturat er Jóhannes 8:58. Jesus segði, ''Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum, áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!'' Jødarnir svaraðu aftur við at taka upp steinar fyri at drepa Hann fyri gudspottan, sum Móselógin gav teimum boð um. (3 Mós. 24:15).
Jóhannes tekur uppaftur hugtakið um guddóm Jesusar: ''Orðið var hjá Gudi'' og ''Orðið varð hold'' (Jóh. 1:1, 14). Hesi vers benda týðiliga á, at Jesus var Gud í kjøti og blóði. Í Ápostlasøguni 20:28 stendur, ''Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, her Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!''Hvør rindaði fyri kirkjuna – kirkju Guds – við Sínum egna blóði? Jesus Kristus. Ápostlasøgan 20:28 kunngerð, at Gud keypti kirkju Sína við Sínum egna blóði. Tí er Jesus Gud!
Ápostulin Tummas segði um Jesus, ''Harri mín og Gud mín!'' (Jóh. 20:28). Jesus rættar hann ikki. Titusbrævið 2:13 eggjar okkum til at bíða eftir afturkomu Guds og Frelsara okkara, Jesus Kristus (sí eisini 2 Pæt. 1:1). Í Hebrearabrævinum 1:8 kunngerð Faðirin um Jesus, ''Men um Sonin: 'Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir, og sproti rættvísinnar er sproti ríkis Tíns.'' Faðirin sipar til Jesus sum ''Gud'' og bendir hetta á, at Jesus veruliga er Gud.
Í Opinberingini gevur ein eingil Jóhannesi boð um bert at tilbiðja Gud (Op. 19:10). Fleiri ferðir í Skriftini, verður Jesus tilbiðin (Matt. 2:11, 14:33, 28:9, 17; Luk. 24:52; Jóh. 9:38). Hann átalaði ongantíð nakran fyri at tilbiðja Seg. Var Jesus ikki Gud, hevði Hann biðið fólk um ikki at tilbiðja Seg, eins og eingilin í Opinberingini gjørdi tað. Tað eru fleiri onnur vers og leiðbeiningar í Skriftini, sum tala fyri guddómi Jesusar.
Týdningarmesta grundin til, at Jesus má vera Gud, er, at er Hann ikki Gud, hevði deyði Hansara ikki verið nóg mikið til at rinda revsingina fyri heimsins syndir (1. Jóh. 2:2). At skapa, sum Jesus hevði verið, var Hann ikki Gud, hevði ikki kunnað tikið á Seg óendaligu revsingina,, sum krevst fyri synd móti einum óendaligum Gudi. Bert Gud kann bøta fyri ein slíkan óendaligan straff. Bert Gud kann taka á Seg syndir heimsins (2. Kor. 5:21, doyggja, og verða upprisin og prógva sigur Sín yvir synd og deyða.
English
Er Jesus Gud? Segði Jesus Seg nakrantíð vera Gud?