settings icon
share icon
Spurningur

Hvat er frelsuætlanin/frelsuvegurin?

Svar


Hungrar tú? Ikki likamliga, men hungrar tú eftir onkrum størri í lívinum? Er okkurt djúpt inni í tær, sum ongantíð tykist at vera nøgt? Um so er, er Jesus vegurin! Jesus segði, ''Eg eri breyð lívsins. Tann, ið kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Meg, skal aldri tysta'' (Jóh. 6:35).

Ert tú ørkymlaður? Tykist tað sum, at tú ongatíð finnur eina leið ella eitt endamál í lívinum? Er tað sum at onkur hevur sløkt ljósið, og tú finnur ikki kontaktina? Um so er, er Jesus vegurin! Jesus kunngjørdi, ''Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins'' (Jóh. 8:12).

Kennist tað nakrantíð sum um, at tú ert stongdur úti úr lívinum? Hevur tú roynt so nógvar dyr, men bara sæð, at tað, sum er handan tær, er tómt og høpisleyst? Leitar tú eftir eini inngongd til eitt nøktandi lív? Um so er, er Jesus vegurin! Jesus segði, ''Eg eri dyrnar; tann, ið fer inn gjøgnum Meg, verður frelstur. Hann skal ganga inn og ganga út og finna'' (Jóh. 10:9).

Svíkja fólk teg altíð? Hava sambond tíni verið grunn og tóm? Tykist tað sum um, at øll royna at brúka teg til sín egna fyrimun? Um so er, er Jesus vegurin! Jesus segði, ''Eg eri hin góði hirði; hin hóði hirði gevur lív Sítt fyri seyðin. Eg eri hin góði hirði, og Eg kenni Míni og eri kendur av Mínum (Jóh. 10:11, 14).

Grundar tú yvir, hvat hendir eftir hetta lív? Ert tú troyttur av at liva fyri tí, sum bert rotnar ellar rustar? Ivast tú onkuntíð í, um lívið hevur nakra meining? Vilt tú liva, eftir at tú doyrt? Um so er, er Jesus vegurin! Jesus kunngjørdi, ''Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr. Og hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja'' (Jóh. 11:25-26).

Hvør er vegurin? Hvør er sannleikin? Hvat er lívið? Jesus svaraði, ''Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær'' (Jóh. 14:6).

Hungurin, sum tú kennir, er ein andaligur hungur, og kann bert verða mettaður av Jesusi. Jesus er hin einasti, sum fær lætt myrkrið. Jesus er dyrnar til eitt nøktandi lív. Jesus er vinurin og hirðin, sum tú hevur leitað eftir. Jesus er lívið – í hesum heimi og hinum komandi. Jesus er vegurin til frelsu!

Orsøkin til, at tú kennir hungur, ørsøkin til, at tú tykist at vera vilstur í myrkri, orsøkin til, at tú ikki finnur nakað endamál við lívinum, er, at tú ert skildur frá Gudi. Bíblian sigur okkum, at vit hava øll syndað, og eru tí skild frá Gudi (Præd. 7:20; Róm. 3:23). Tómrúmið, sum tú kennir í hjarta tínum er, at Gud vantar í lívi tínum. Vit vórðu skapað til at hava samband við Gud. Vegna synd okkara eru vit skild frá tí sambandi. Enn verri er, at synd okkara ger, at vit eru skild frá Gudi í hesum lívi, og tí komandi (Róm. 6:23; Jóh. 3:36).

Hvussu kann hesin trupulleiki verða loystur? Jesus er vegurin! Jesus tók á Seg synd okkara (2 Kor. 5:21). Jesus doyði í okkara stað (Róm. 5:8) og tók á Seg ta revsing, sum vit hava uppibornað. Tríggjar dagar seinni reis Jesus upp frá teimum deyðu og prógvaði sigur Sín á synd og deyða (Róm. 6:4-5). Hví gjørdi Hann tað? Jesus svaraði sjálvur hesum spurningi: ''Eingin hevur størri kærleika enn at hann gevur lív sítt fyri vinir sínar'' (Jóh. 15:13). Jesus doyði, so at vit kundu liva. Seta vit álit okkara á Jesus, og hava álit á deyða Hansara sum gjald fyri syndir okkara, eru allar syndir okkara fyrigivnar og tváaðar burtur. Soleiðis fáa vit andaliga hungur okkara nøktaðan. Ljósið verður tendrað. Vit hava atgongd til eitt nøktandi lív. Vit koma at kenna sanna besta vin og góða hirða okkara. Vit fara at vita, at vit hava lív eftir deyða – eitt upprisið lív í himli í allar ævir saman við Jesusi!

''Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív'' (Jóh. 3:16).

Hevur tú tikið eina avgerð fyri Kristus av tí, tú hevur lisið her? Um so er, trýst á ''Eg havi tikið ímóti Kristusi í dag'' – knøttin niðanfyri.

English



Far aftur til føroysku heimasíðuna

Hvat er frelsuætlanin/frelsuvegurin?
© Copyright Got Questions Ministries